Innanlands

Løgmaður: Takk fyri tøkini í ódnini

- Vit eiga eina sterka og góða tilbúgving í Føroyum. Ein stórur innsatsur liggur eftir aftaná dagin í dag, sigur Aksel V. Johannesen.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2024-01-31 17:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit upplivdu í dag harðastu ódn í Føroyum síðani jóladag 2016. Ódnin tók veruligt dik á seg sunnast í landinum fyrrapartin, og legði seg síðani um alt landið. Nú er hæsað av. Stórir skaðar hava verið, men tíbetur hevur ongantíð staðið um lív, sigur løgmaður í fráboðan seinnapartin.

- Tað er gott, at fólk taka náttúrumáttin í álvara og halda seg til boð frá tilbúgvingini.

- Tá ið ódnin brast á, stóðu bjargingarfeløg, sløkkilið, løgregla, Landsverk, Veðurstova Føroya, KVF, aðrir miðlar, sjálvboðin og nógv onnur klár um alt landið.

- Vit eiga eina sterka og góða tilbúgving í Føroyum. Ein stórur innsatsur liggur eftir aftaná dagin í dag. Eg vil inniliga takka øllum, sum hava tikið eitt tak í ódnini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

- Somuleiðis vil eg takka øllum, sum hava verið til arbeiðis í dag, hóast hættisligt veður, og veitt tænastu til borgarar, ið ikki kunnu vera hesa fyri uttan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder