Innanlands

Løgmaður til skeinkistøðini: Gevið tol, men vit fara ikki at revsa tykkum

Video: Koronuátøkini verða í trimum stigum avtikin fram til 28. februar, men longu um vikuskiftið ætla skeinkistøð at hava opið alla náttina. Løgmaður mælir til at geva tol

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-21 12:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá í dag av

• Savningarmarkið er framvegis 100 fólk, men har umstøðurnar loyva tí, kunnu fleiri enn 100 fólk savnast.

• Fyrireikarar kunnu venda sær til koronaráðgevingina fyri at fáa nærri vegleiðing. Teldupost: [email protected]

Frá 1. februar

• Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.

• Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.

• Mannagongdin í samband við koronakanningar verður broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini skundkanning.

• PCR kanningar skulu 1. februar bert nýtast til:
- Fólk við sjúkueyðkenni
- Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.
- Fólk sum hava fingið positiva skundkanning.

Frá 15. februar

• Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.

Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva skundkanning ella positiva PCR kanning.

Frá 28. februar

• Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.

Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder