- Fyri børn, sum í dag vaksa upp, víðkast heimurin ikki longur spakuliga. Nú er allur heimurin opin frá fyrstu løtu – beint við hondina. Skíggin er hentur. Men hann er eisini ein vandi.
- Tí børnini síggja alt tað góða, men eisini tað ónda. Alt tað, sum byggir upp, men eisini tað, sum brýtur niður. Tað djúpa – men eisini tað grunna. Tað sanna – og tað falska.
Og so hendan órógvin, sum forðar fyri friði í sinninum.
Tey síggja ósensureraðar og óhóskandi myndir.
Tey liva í allari verðini – heldur enn at liva í síni egnu verð.
Tey fáa at vita, hvørji tey skulu vera – heldur enn spakuliga at varnast, hvørji tey eru.
Vit læra tey at ivast í øllum, tey hoyra og síggja, tí alt kann vera falskt. Einki er longur rætt. Einki er longur satt.
Alt hetta eru linjur - í raðfylgju - úr nýggjársrøðu løgmans. Aksel V. Johannesen nýtti nakrar minuttir gamlárskvøld til at tosa um støðuna viðvíkjandi skíggja- og fartelefonsnýtslu hjá børnum og ungum.
Tað er nakað, ið órógvar løgmann. Hann vísti víðari á, at børn framhaldandi mugu hava møguleika at njóta frið og tryggleika - eins og fyrr. Og at tað kann vera ógvuliga skaðiligt at verða útsettur fyri so nógvum og ógvusligum inntøkum.
Hetta var eitt av greiðsluevninum, sum Aksel Johannesen tók upp 31. desember og partvíst hevði eina loysn til.
- Vit hava heitt á øll skúlastýri um at seta ein telefonpolitikk í verk í skúlunum. Men eg haldi, at vit skulu gera meir. Vit skulu banna telefonum í fólkaskúlanum. Og spurningurin er, um vit ikki eisini skulu seta aldursmark á sosialar miðlar.
Also vil løgmaður fara longri, enn higartil álagt er við sínum ásetingum. Tí, sum hann vísti á: Talgildi heimurin og skíggin eru størri og sterkari enn vit. Tað kann tykjast sum eitt ógjørligt stríð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald