Innanlands

Løgmaður vil hava betraði fongsulsviðurskifti

Bárður á Steig Nielsen gjørdi á fundi við Mette Frederiksen í gjár vart við, at tað er óheppið, at danskir myndugleikar ikki hava tikið ynskið um hetta við, nú nýggj langtíðaravtala er gjørd um karmarnar hjá Kriminalforsorgini

Forsætisráðharrin og løgmaður her í góðum lag undir Føroyaferð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Forsætisráðharrin og løgmaður her í góðum lag undir Føroyaferð (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-18 19:20 Author image
Agnar Prestá

Í gjár var fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran í Keypmannahavn.

Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen hava javnan fundir, og hesaferð varð millum annað umrøtt, hvussu arbeiðast skal í nýggja uttanríkis,- trygdar,- og verjupolitiska samstarvsráðnum, skal skipast framyvir.

- Føroyar hava í løtuni formansskapin í ráðnum, og fyrsti fundur verður í Føroyum í juni. Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu eisini spentu støðuna í Ukraina, skrivar lms.fo

Sambært Løgmansskrivstovuni nýtti løgmaður eisini fundin til at gera vart við, at tað er óheppið, at danskir myndugleikar ikki hava tikið ynskið um betraði fongsulsviðurskifti í Føroyum við, nú nýggj langtíðaravtala er gjørd um karmarnar hjá Kriminalforsorgini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald