Løgmaður visti av ongum

Tað kom óvart á Bárð á Steig Nielsen, tá eitt bretskt hernaðarflogfar fleyg lágt gjøgnum Skálafjørðin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-13 12:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Nei, eg var ikki kunnaður um, at eitt bretskt hernaðarflogfar í undanfarnu viku var í Føroyum og fleyg inn gjøgnum Skálafjørðin í lágari hædd. Men hetta prógvar bara, at vit eru í góðum hondum. Nato tekur sær av okkum, tá okkurt er áfatt.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundi hjá Sambandsflokkinum fyrrapartin í sambandi við at flokkurin legði fram sína valskrá og valevni til komandi fólkatingsval.

Vit spurdu løgmann um kunningina í sambandi við hesa hernaðarvenjingina, og tað var í hesum sambandi, at hann avdúkaði, at sjálvt ikki landsins politiski leiðari var kunnaður áðrenn.

- Vit skulu minnast til, at hendi júst um hetta mundið, segði Báður á Steig Nielsen, og helst varð sipað til spreingingarnar av gassleiðingunum í Eystrasalti og økt russiskt virksemi nærhendis oljuboripallar í Norðsjónum.

- Eg kann siga so mikið, at dagin eftir at henda flúgvingin varð gjørd yvir Skálafjørðinum, var sama flogfar á eftirlitsflúgving í Norðsjónum. Her var talan um eina átrokandi venjing, sum vit ikki vóru kunnað um frammanundan. Tað er soleiðis við hernaðarligum virksemi, at tað aloftast er loyniligt, og tað er neyðugt.

Spurdur, vildi løgmaður ikki svara, um føroyska uttanríkisráðið og landsstýrismaðurin við uttanríkismálum var kunnaður.

- Handan spurningin fái eg ikki svarað uppá, segði Bárður á Steig Nielsen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder