Í dag er altjóða ruddingardagur, og í dag fara eisini hundraðtals føroyingar at rudda kring landið.
-Hetta sigur nógv um góða førningin í føroyinginum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í heilsan til øll tey, sum fara at rudda í dag.
- Vit eiga øll at standa saman um okkara umhvørvi. Hin einstaki kann gera mun, og saman kunnu vit gera stóran mun. Styrkin í sjálvbodna arbeiðinum í Føroyum hevur altíð vakt eina stóra virðing í mær. Tað gleðir meg, at sjálvboðin, kommunur, fyritøkur og onnur samstarva um at rudda okkara land, sigur løgmaður.
- Øll vit í politisku skipanini vilja verja okkara viðbreknu náttúru og umhvørvi. Vit vilja avmarka dálkingina. Men fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar, vinna og politikarar samstarva.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur, at vit eiga at seta okkum sum tað mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í heiminum.
- Latið okkum øll síggja virðið í einum reinum umhvørvi, har vit øll eru vinnarar, útflutningsvinnan, ferðavinnan og borgarar. Ruddingardagurin í dag er eitt stig á leiðini, sigur hann at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald