Uttanlands

Løgmálaráðharrin: - Hetta ES valið verður spennandi at fylgja

- Tá ið eg havi tosað við mínar evropeisku starvsfelagar, hava teir væntað á leið somu javnvág í tinginum eins og seinast, sigur landsstýrismaðurin

Løgmálaráðharrin, Bjarni Kárason Petersen. (Savnsmynd)

Løgmálaráðharrin, Bjarni Kárason Petersen. (Savnsmynd)

2024-06-09 15:30 Author image
Áron Vest
placeholder

Vit hava sett landsstýrismanninum stevnu, nú valið í Evropaparlamentinum er á skrá í dag. Nógvir føroyingar ivast sikkurt í, um valið hevur nakra ávirkan á okkum føroyingar, burtursæð frá, at nú hongur proppurin á sodavatnsfløskum fastur í fløskuni. 

Landsstýrismaðurin sigur, at tá hann var í Brússel, hildu starvsfelagir hansara, at hóast tað fóru at koma flytingar, so fór javnvágin millum ymisku politisku vengurnar at vera nøkulunda tann sami.

Hetta er sera áhugavert, tí nú siga meiningakanningarnar, at høgraflokkarnir ganga fram. Hetta, og mangt annað, tosa vit við landsstýrismannin um.

- Hvønn týdning metur landsstýrismaðurin, at valið til Evropaparlamentið hevur, í síni heild?

- Tað er greitt at evnini sum eru á dagsskrá, eru vorðin viðkomandi orsakað av gongdini seinastu árini. Flóttar, veðurlagsbroytingar, spenta støðan í heiminum við kríggi í Ukraina, støðan í Gasa og onnur viðurskifti gera, at hetta valið fer í stóran mun at mynda, hvønn veg ES ætlar sær komandi árini, sigur Bjarni Kárason Petersen.

- Hvønn veg ES ætlar sær, hevur eisini ávírkan á Føroyar og føroyingar sum heild, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Oftani kann tað vera, at tosað verður nokkso generelt um valið í ES. Og tá kann vera nokkso trupult at seta orð á, hvussu valið hevur praktiska ávirkan á gerandisdagin hjá okkum føroyum. 

Til hetta sigur landsstýrismaðurin, at ES ger reglur sum eru galdandi fyri øll limalondini, men at hesar reglur eisini eru vegleiðandi fyri onnurlond. Her verður víst til tey, sum hava stóran samhandil við ES, og hava tørv á marknaðaratgongd.

Í Føroyum samtykkja vit nógva lóggávu, sum leggur seg upp at ES

- Viðhvørt er tað skynsamt at hava eins reglur, men viðhvørt innføra vit øgiliga tunga og torskilda lóggávu, sum kanska hóskar seg væl í ES, men ikki í einum lítlum samfelagið við so lítlari umsiting sum í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin við Portalin.

Harafturat sigur landsstýrismaðurin, at ES reglurnar hava stóran týdning fyri øki og lond, sum ganga tvørtur um landamørk.

- Harafturat ger ES-tingið reglur fyri nógv øki, sum ganga tvørtur um landamørk. Útlát og veðurlagspolitikk, brotsverk tvørtur um landamørk so sum rúsevnishandil og hvítvask, og dátuvernd, fyri at nevna nøkur dømi.

Løgmálaráðharrin, Bjarni Kárason Petersen, leggur tí til endans afturat, at hann er avgjørdur. 

- Hetta hevur sjálvandi eisini ávirkan á Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder