Innanlands

Løgmanshjúnini til galladøgurða hjá kongi

Døgurði varð hildin á Christiansborg slotti í gjárkvøldið í sambandi við, at forsetin í Vjetnam er á almennari vitjan í Danmark.

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-10-20 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beinir Johannesen og konan, Helena, vóru í gjárkvøldið við til fínan gallataffel á Christiansborg slotti í Keypmannahavn.

Hetta var í sambandi við, at vjetnamesiski forsetin, Tô Lâm, og kona hansara, Ngô Phương Ly, eru á almennari trídaga vitjan í Danmark.

Í hesum sambandi var almenni døgurðin hildin í gjárkvøldið, har vitjandi forsetin og Fríðrik kongur hildu røðu.

Danmark og Vjetnam hava havt diplomatiskt samband í 55 ár. Danska kongshúsið hevur eisini havt eitt ávíst tilknýti til júst Vjetnam við tað, at pápi kong, Henrik prinsur, síni fyrstu fimm liviár búði í Vjetnam, har familja hansara hevði stór handilslig áhugamál, og átti ídnaðarvirki og eina stóra plantasju, ið dyrkaði m.a. rís og kaffi. Vjetnam var tá franskt hjáland, kallað Franskt Indokina, sum eisini fevndi um núverandi londini Kambodja og Laos.

Sum ungur var Henrik aftur í Vjetnam eitt skifti, har hann tók studentsprógv á franska studentaskúlanum í Hanoi.

Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

[object Object]Beinir Johannesen í samrøðu við Mette Frederiksen, statsministara

[object Object]Kongur heldur røðu. Frá vinstru vitjandi forsetin, kongur, forsetafrúan, Christian krúnprinsur ogMette Frederiksen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder