Innanlands

Logos Hope fekk stórfingna móttøku í Klaksvík

Røður frá borgarstjóra og løgmanni, Klaksvíkar Hornorkestur og barnakórið á Skúlatrøð framførdu, og opið skip var. Logos Hope liggur í Klaksvík til mánadagin.

Mynd: klaksvik.fo

Mynd: klaksvik.fo

2026-09-03 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nakrar dagar í Havn legði Logos Hope at bryggju í Klaksvík í gjár, mikudagin.

Myndir: Gamla Norrøna komin á Havnina

Skipað varð fyri almennari móttøku á vestaru síðuni, og síðani var skipið opið fyri almenninginum. 

Borgarstjórin Karl Johansen og løgmaður Beinir Johannesen fluttu fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur og barnakórið á Skúlatrøð framførdu eisini.

[object Object]

[object Object]

Fleiri myndir síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu

Nógv fólk vóru til staðar í góðveðrinum og nýttu eisini høvi at vitja stóru flótandi bókasøluna við meira.

Logos Hope, ið er gamla Norrøna, liggur á Klaksvík til mánadagin 7. september. Fleiri tiltøk eru á skránni í hesum sambandi - meira sæst um tað á om.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder