Innanlands

Logos Hope vitjar í Føroyum síðst i august og fyrst í september

Lagt verður at á Havnini 27. september, har nógv verður gjørt bruturúr. Nakrar dagar seinni fer gamla Norrøna til Klaksvíkar

mynd: trubodin.fo

mynd: trubodin.fo

2026-08-11 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skjótt leggur Logos Hope at í Føroyum aftur.

Tað skuldi vera í 2020, men vegna koronufarsóttina, varð neyðugt at avlýsa.

27. september 2026 leggur Logos Hope at í Havnini, har nógv verður gjørt burturúr. 

- Í samband við vitjanina verður skipað fyri eini fjølbroyttari skrá við tiltøkum umborð og á landi. Umborð verða m.a. verkstovur við ymiskum andaligum evnum, skúlaflokkar kunnu vitja, bókasølan og kaféin opin, eitt serligt hjúnakvøld og gudstænastur sunnumorgnar. Á landi fara toymir frá skipinum út til samkomur at luttaka á møtum og tiltøkum annars, og arbeitt verður uppá at samskipa onnur tiltøk á landi, skrivar trubodin.fo.

Eftir nakrar dagar við bryggju í høvuðsstaðnum, gongur leiðin hjá stóra trúboðaraskipinum til Klaksvíkar.

Talan er um sama skip, sum í nógv ár sigldi sum Norröna millum Føroyar og umheimin.

Trúboðin skrivar á heimasíðu sínari, at fleiri av tiltøkunum hava avmarkað pláss, og tí er skilagott at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð  - eisini um tað er ókeypis.

Á heimasíðuni tiltok.om.fo ber til at síggja alla skránna, lesa nærri um einstøku tiltøkini og at skráseta seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder