Løgreglan í griksku oynni Lesbos hevu í dag brúkt táragass móti flóttum úr flóttafólkaleguni Moria.
Samanbrestir hava verið millum flóttafólk og løgreglufólk, eftir at túsundatals íbúgvar í Moria-leguni gjørdust heimleys, eftir at eldur kyknaði í leguni í vikuni.
Tíggju ES-lond, harímillum Týskland og Frakland, lovaðu fríggjadagin at taka ímóti 400 heimleysum børnum úr Moria-leguni.
Grikkaland hevði fleiri líknandi flóttafólkalegur, men Moria-legan varð troðfull, og fólk eru komin við atfinningum um vánaligu korini í leguni. Legan var ætlað uml. 3.000 flóttum, men talið á íbúgvum var millum 12.000 og 13.000, skrivar Ritzau.
Síðan eldur kom í leguna, hava túsundatals flóttafolk sovið á gøtuni.
Samanbrestirnir hendu í dag nærindis einari fyribils legu, sum myndugleikarnir hava latið gera. Hundraðtals ung fólk savnaðust at mótmæla, og tá summi av teimum byrjaðu at kasta við steinum, svaraði løgreglan aftur við táragassi.
Flóttarnir savnaðust at mótmæla vánaligu korini í nýggju leguni, og kravdu tey at sleppa at ferðast víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald