2021-03-31 21:02

Løgreglan ger í dag vart við, at fólk eiga at ansa sær í mun til viðmerkingar til neyðtøkumálið, sum hevur verið í Føroya rætti seinastu dagarnar, har ein 42 ára gamal maður hevur fingið trý ára fongsulsrevsing fyri at hava misnýtt tríggjar ungar dreingir.
Dómur var sagdur í gjár, og tað eru nógv sum hava víst sína ónøgd á sosialum miðlum.
- Vit vilja í tí sambandi minna á, at tað er umráðandi at hugsa um, hvussu man orðar seg. Orðingar kunnu, alt eftir hvussu tær verða bornar fram, vera ærumeiðandi, og harvið revsiverdar, sigur politiið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald