Innanlands

Løgreglan ávarar móti følskum lýsingum á Facebook

Roynt verður at snýta pening frá fólki

2023-12-14 18:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Facebook og Instagram eru falskar lýsingar í umferð við Anders Lund Madsen, sum lýsa við skjótum vinningi, um ávís íløga verður gjørd. Talan er um falskar lýsingar, falskar heimasíður og íløgusvik.

Fyri góðum hálvum ári síðani vóru líknandi falskar lýsingar við kendum fólki í umferð, sum høvdu til endamáls at snýta pening frá fólki.

Hetta eru svikarar, sum av órøttum nýta kend fólk til falskar lýsingar fyri at fáa fólk at vitja falskar heimasíður og snýta seg til teirra pening.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder