Innanlands

Løgreglan: Bilførarin hevði skotvápn í bilinum

Seinnapartin í gjár var Vestmannavegurin stongdur í fýra tímar – Ein borgari hevði tørv á hjálp, men eingin annar var í vanda, sigur løgreglan

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-14 08:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár valdi løgreglan at steingja Vestmannavegin í fýra tímar.

Løgreglan steðgaði einum bili á Vestmannavegnum, og førarin vildi ikki fara úr bilinum. Talan var um ein persón, sum hevði tørv á hjálp, sigur løgreglan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fær ikki upplýst so nógv um hendingina men sigur tó, at eitt skotvápn var í bilinum, og at vegurin var stongdur av trygdarávum.

Ein annar persónur var í bilinum. Viðkomandi kom úr bilinum, tá løgreglan steðgðai honum og var ongantíð í vanda sigur vaktleiðarin, sum ger greitt, at talan var ikki um eina gíslatøku.

Løgreglan stongdi Vestmannavegin klokkan 13, og stutt fyri klokkan 17 var tað eydnast løgregluni at tosa bilføraran til rættis og fáa hann úr bilinum í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder