Innanlands

Løgreglan eftir óðum manni í Rúsuni

Slapp ikki at keypa sær rúsdrekka, tí hann var ávirkaður

2024-05-01 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan mátti seinnapartin í gjár boðsendast, tá ein maður gjørdist illur í sær í Rúsdrekkasøluni í Havn.

Maðurin var so mikið ávirkaður, at starvsfólkini – sum teimum er fyriskrivað – ikki vildu selja manninum rúsdrekka.

Øði spann í mannin, og starvsfólkini avgjørdu tí at senda boð eftir løgregluni, sum førdi mannin burtur. Tilburðurin hendi um 17-tíðina, stutt fyri afturlatingartíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder