Innanlands

Løgreglan eftirlýsir 15 ára gamla gentu

Rebekka hevur verið vekk í meira enn eitt samdøgur. Hon er 155 cm høg, stutt ljóst avbleikt hár við grønum/gulum frunti og piercing í yvirvørrini. Ílatin ein svartan jakka og lillalitaðar buksur, sum á myndini

2022-08-12 07:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 10:22: Rebekka er komin afturíaftur í øllum góðum, boðar løgreglan frá.

---

Eftirlýsing av 15 ára gamlari gentu.

Løgreglan leitar eftir einari 15 ára gamlari gentu, sum eitur Rebekka.

Rebekka hevur verið vekk í meira enn eitt døgn og eru vit stúrin um hana, sigur løgreglan.

Hon er 155 cm høg, stutt ljóst avbleikt hár við grønum/gulum frunti og piercing í yvirvørrini.

Ílatin ein svartan jakka og lillalitaðar buksur, sum á myndini.

Um tit vita nakað um Rebekku, vera tit biðin um at ringja til Føroya Politi á tlf. 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder