Innanlands

Løgreglan eftirlýsir ein gráan Nissan X-Trail

Bilurin, sum løgreglan sigur er stolin, er seinast sæddur í gjárkvøldið klokkan hálvgun tíggju. Løgreglan heitir á fólk sum vita nakað um bilin, at boða frá

2022-06-17 11:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 14:28: Bilurin er funnin aftur, upplýsir løgreglan

---

Í morgun var staðfest, at ein gráur Nissan X-Trail árgangur 2016 er stolin í Havn, upplýsir løgreglan, sum eftirlýsir bilin.

Bilurin hevur skrásetingarnummar BK230. Seinast sæddur klokkan 21:30, í gjár tann 16. juni. Bilurin minnir um tann, sum er á myndini niðanfyri.

Um tit vita nakað um bilin, vinarliga boða politinum frá á telefon 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder