2024-01-12 20:54
Dagføring kl. 20:54: Maðurin sum fyrr í dag varð eftirlýstur av løgregluni, er nú funnin, og er í varðhaldi, sigur løgreglan.
--
Í sambandi við innbrot í Listaskálanum í nátt, eftirlýsir løgreglan ein mann, og hevur eisini myndir av viðkomandi.
Vakmyndatólini eru frá í nátt klokkan 01:19:19.
Um fólk halda seg kena viðkomandi, skulu tey ringja á telefon 114.
Í morgun vildi løgreglan ikki upplýsa, hvussu óbodni gesturin var komin inn, men á vakmyndunum sæst ein brotin rútur.
Les eisini: Innbrot í Listasavninum í nátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald