2021-03-20 13:19

Í dag varð ein bilur stolin í Vági, og løgreglan hevur nú eftirlýst hann á Facebook.
Bilurin, sum er stolin, er ein koksgráur Renault Clio frá 2019. Bilurin hevur skrásetingarnummar SD815.
Løgreglan heitir á fólk um at seta seg í sambandi við tey, um tey síggja bilin. Hetta kunnu fólk gera við at ringja á tilf. 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald