Innanlands

Løgreglan: Ein stak friðarlig nátt

Hóast nógv hevur verið á skránni, hevur seinasta náttin verið stak friðarlig

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-28 10:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv er á skránni hetta vikuskiftið. Bátastevna er í Vestmanna, Norðoyastevna er í Klaksvík, og Mentanarnátt hevur verið á Tvøroyri.

Kortini hevur seinasta náttin verið stak friðarlig, upplýsir løgreglan í morgun.

Rok var millum tveir menn í Vestmanna, men hetta vísti seg einki at hava uppá seg. Løgreglan vitjaði eisini skeinkistøðini fyri at kanna, um alt var í lagi, og har var einki at finnast at, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder