Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir, eftir at eitt uppslag varð deilt í bólkinum “Mammur í Føroyum”.
Í uppslagnum verður greitt frá einari hending í Hoyvík á ólavsøku, har ein bilførari steðgaði á við eitt busskýli og biður nakrar ungar gentur koma í bilin hjá sær.
Tá tær søgdu nei bleiv hann óður, koyrdi av stað men vendi síðani oman aftur móti teimum. Genturnar lupu síðani uppí ein buss, verður greitt frá.
Sagt verður, at maðurin hevði ein svartan Mercedes bil og var av øðrum uppruna enn føroyskum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan hevur fingið tríggjar fráboðanir um somu hending. Løgreglan hevur tosað við allar partar og er komin til ta niðurstøðu, at har er einki illgrunasamt ella revsivert farið fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald