Innanlands

Løgreglan er við frá skúlabyrjan

Sonevndar "skúlapatruljir" hava verið í morgun, og sambært vakthavandi var alt í lagi

2019-08-21 09:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú skúlarnir byrja aftur ger løgreglan kanningar við skúlarnar, og syrgir fyri at alt er í lagi; við ferðsluni sjálvari, at børn sita í trygdarbelti, o.s.fr.

- Vita halda eyga við at alt er í lagi, og í morgun kundu vit staðfesta, at har var einki at koma eftir á støðunum, har vit vóru.

Hetta upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini fyrrapartin.

Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði. Talan var um ein harmonikusamanstoyt, har tríggir persónar vórðu fluttir á sjúkrahús. Eingin kom tó heilt álvarsliga til skaða, og ein av teimum er útskrivaður nú. 

Ferðslan í Søldarfirði varð tarnað eina góða løtu, meðan sjúkrabilurin var á staðnum og teir tríggir bilarnir, ið vórðu íblandaðir, vórðu fluttir av vegnum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder