
Ein útróðrarmaður boðaði í gjár løgregluni frá, at onkur hevði loyst ein enda á bátinum hjá honum, eftir at hann var komin aftur av útróðuri.
Tá bátaeigarin kom aftur til bátin á havnarlagnum í Leirvík, var afturendin loysnaður. Útróðrarmaðurin var fullvísur í, at onkur hevði loyst endan, tí hann er vanur at binda bát og dugir tað.
Tað kann elva til stóran skaða, um ein endi soleiðis verður loysnaður, og tí valdi bátaeigarin at melda málið til løgregluna.
Løgreglan kannaði málið nærri, og fann fram ein persón, sum játtar at hava loyst endan. Óvist er tó hví hann gjørdi tað. Bátaeigarin er kunnaður. Kyrt var í havnini, og onki hendi við bátinum, og tí verður ikki meira gjørt við málið, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Løgreglan hevur eisini kannað eitt mál um royna at bróta inn í ein handil í Dr. Jacobsensgøtu í Havn. Týðulig merki eru í hurðini, men tann, ið ætlaði sær inn, kom ongantíð so langt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald