Innanlands

Løgreglan fekk 260 skaðafráboðanir

Í Leirvík fekk eitt bjargingarfólk skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-31 22:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey høvdu úr at gera á løgreglustøðini í dag at taka telefonina. Omanfyri 260 skaðar vóru fráboðaðir í sambandi við hetta illveðrið, segði vaktleiðarin á støðini við útvarpið í kvøld.

Og tað eru bara tær fráboðaninar, sum eru komnar á politistøðina, men fólk hava eisini ringt beinleiðis til sløkkiliðini kring landið. So tað talið er helst nógvar ferðir meira.

Talan hevur tó ikki verið um stórar skaðar. Tekjur, hurðar og vindeygu, men tað eru ikki hús sum hava fingið umfatandi skaðar.

Eingin álvarsamur fólkaskaði var av hesum illveðrinum, men í Leirvík fekk eitt bjargingarfólk ein minni skaða.

(talið av skaðum rættað hósmorgun 01.02 frá 160 til 260)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder