Innanlands

Løgreglan fingið fleiri fráboðanir hetta vikuskiftið

Nú nógvur vindur hevur verið seinastu dagarnar, hevur løgreglan fingið fráboðanir úr øllum landinum um tilfar, sum ikki hevur verið nóg væl tryggjað, men talan hevur ikki verið um stórar skaðar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-19 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur verið rættiliga nógvur vindur kring landið, men løgreglan hevur tó ikki fingið nakra fráboðan um nakrar stórar skaðar í hesum sambandi.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey tó hava fingið fráboðanir um byggiltilfar og lutir, sum ikki hevur verið nóg væl tryggjað.

Mett verður, at løgreglan hevur fingið einar 15-20 fráboðanir síðan á middegi fríggjadagin. Tær koma úr øllum landinum.

Annars hevur talan verið um eitt rættiliga friðarligt vikuskifti, verður sagt av løgreglustøðini.

Løgreglan hevði tó eitt átak móti rúsdrekkakoyring í høvuðsstaðnum seinnapartin í gjár, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder