Innanlands

Løgreglan fingið ymsar fráboðanir um eftirlýsta fraklendingin

31 ára gamli maðurin hevur gist í Føroyum í februarmánaði, men stendur ikki á nøkrum lista yvir ferðafólk, sum eru farin av landinum aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-04 22:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur nú staðfest, at fransmaðurin sum varð eftirlýstur fyrr í vikuni, hevur gist í Føroyum í februarmánaði í ár.

Tað upplýsir løgreglan fyri Kringvarpinum.

Nú verður ymiskt kannað í sambandi við at hann hevur nýtt íslendskt gjaldskort í Føroyum, sum kann vísa hvar maðurin hevur verið, og kanska hvar hann er.

Eisini eru fráboðanir komnar frá fólki, sum halda seg hava sæð mannin í Kollafirði. Løgreglan hevur kannað vakmyndatól, sum vísur, at hetta var ikki maðurin.

Løgreglan hevur staðfest, at maðurin er komin til Føroya í februarmánað við Norrønu, men stendur ikki á nøkrum lista yvir ferðafólk, sum eru farin av landinum aftur. Ikki við Norrønu, SAS ella Atlantsflogi, veit Kringvarpið.

[object Object](Mynd: Politi.fo)

Eftirlýsti maðurin eitur Bastien Porée, hann er 31 ára gamal og 182 cm høgur. Løgreglan lýsir hann sum spinkul, blá eygu, og piercing í høku og høgra oyra.

Vita fólk nakað, verða tey biðin um at seta seg í samband við løgregluna á telefonnummar 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder