Uttanlands

Løgreglan flutti Thunberg og onnur mótmælisfólk burtur

Norska olju- og orkumálaráðið hevur verið avbyrgt av mótmælisfólkum við svensku Gretu Thunberg á odda, sum eru ónøgd yvir, at tvær vindmyllulundir í Noregi ikki verða tiknar niður

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-27 15:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska løgreglan hevur í dag flutt burtur fleiri mótmælisfólk, sum hava avbyrgt inngongdina til norska olju- og orkumálaráðið. Tað skrivar norska NTB tíðindastovan.

Mótmælisfólkini settu seg um 13 tíðina í dag framman fyri inndongdina til ráðsskrivstovuna í Oslo. Umleið ein hálvan tíma seinni skrivaði NTB, at norska løgreglan var farin undir at bera mótmælisfólkini burtur.

Millum mótmælisfólkini var svenska Greta Thunberg.

Mótmælisfólkini hava í fleiri dagar verið inni í sjálvum olju- og orkumálaráðnum í norska høvuðsstaðnum. Tey komu hósdagin, og fingu freist til klokkan 02.25 mánanáttina av fara úr bygninginum.

Um 3-tíðina í nátt vórðu tey koyrd burtur í løgreglubilum við bláum blunkum.

Seinni vendu tey so aftur uttan fyri bygningin fyri at geva sína ónøgd til kennar.

Hósdagin vóru 500 dagar síðan, at norski hægstirættur tók avgerð um, at tvær vindmyllulundir á hálvoynni Fosen í Trøndelag, vórðu ólógligar. Orsøkin var, at myllurnar eru ein forðing fyri samar at útinna teirra mentan.

Vindmyllurnar standa framvegis, og tað er tað, sum mótmælisfólkini eru ónøgd við.

- Stríðið fyri rættindinum hjá upprunafólkunum og fyri veðurlagnum er heimsumfevnandi. Tað eru fleiri dømir um, at rættindini verða brotin. Tá tað hendir, eru vit noydd til at siga frá, sigur Greta Thunberg við NTB.

- Tað ber ikki til, at hetta fær lov til at halda áfram. Tað virkar sum um norski staturin ignorerar dómin, sigur Thunberg, sum metir hetta sum brot á mannarættindini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder