Innanlands

Løgreglan frámælir óneyðugari koyring

Tað er sera hált um alt landið, og til Eiðis er ikki koyrandi orsakað av hálku, sigur løgreglan

Gøtueiði kl. 02:16 (Vevmynd: Landsverk)

Gøtueiði kl. 02:16 (Vevmynd: Landsverk)

2023-12-03 02:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum gjáramorgunin eru eisini vánalig koyrilíkindi í nátt. Løgreglan sigur  nú klokkan er farin av tvey, at tað er sera hált kring landið.

Tað er ikki koyrandi til Eiðis vegna hálku.

Upplýst verður, at vegirnir ikki verða saltaðir fyrr enn klokkan 6.

Óneyðug koyring verður frámæld, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder