Innanlands

Løgreglan: Friðarligt vikuskifti

Hetta vikuskiftið var nakað minni av fólki at síggja í býnum enn í farnu viku, og tað hevur verið heilt friðarligt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-31 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta vikuskifti vóru nógv fólk í býnum, og greiddi løgreglan frá, at tilmælini um frástøðu als ikki vórðu hildin á skeinkistøðunum, sum júst høvdu fingið loyvi at hava opið sum vanligt aftur.

Sagt varð, at fólk stóðu sum sild í tunnu, og at náttarlívið líktist tí, sum tað var áðrenn koronafarsóttin byrjaði at gera um seg.

Soleiðis hevur ikki verið hetta vikuskiftið.

Leygarnáttina var heilt lítið av fólki í býnum, og var talan um eina stak friðarliga nátt. Í nátt var tó meira lív í, men kortini vóru ikki eins nógv fólk at síggja í náttarlívinum sum farna vikuskifti, sigur løgreglan.

Løgreglan var runt og vitjaði skeinkistøð, og har var alt í lagi, og tilmælini um frástøðu vórðu hildin.

Í nátt gjørdi løgreglan eisini nógv burturúr at kanna ferðsluna í Suðurstreymi og í Norðurøkinum, men har varð einki mál skrivað.

Um middagsleitið í gjár var tó ein bilførari í Klaksvík, sum varð steðgaður av løgregluni og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder