2024-01-31 12:00
- Farið ikki út og koyrið óneyðugt, er áheitanin frá vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn. Og tað er galdandi fyri alt landið.
Tað floymir inn við fráboðanum á politistøðini, og tað sigur eitt sindur um hvussu nógvur vindur tað hevur verið fyrrapartin og framhaldandi er.
Eisini er áheitan til fólk í Leirvík um at halda seg innandura. Stórar tekjur standa til at ríva, og vandi er fyri at takplátur fara at fúka runt í bygdini til stóran vanda fyri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald