Innanlands

Løgreglan havt úr at gera í nátt

Nakað av fólki var í býnum í nátt, og hevur løgreglan í fleiri førum verið noydd at leggja seg uppí, tá fólk eru komin til ilnar – Eisini hava nøkur fólk roynt at sleppa inn á skeinkistøð uttan koronupass, men tað fær løgreglan einki gjørt við

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-14 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarnáttina var lítið av fólki í býnum, men í nátt hevur verið eitt sindur meira lív í, tó framvegis eitt sindur minni enn vanligt. Í hesum sambandi hevur løgreglan havt úr at gera.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at løgreglan í nátt hevur verið noydd at leggja seg uppí fleiri ferðir, tá fólk eru komin til ilnar, og vandi hevur verið fyri, at hetta kundi enda við harðskapi.

Eitt harðskapsmál var eisini í miðbýnum í Havn í nátt, har ein hevur gjørt seg inn á onkran annan, men hvat tað er, sum er farið fram, veit løgreglan ikki at siga í løtuni, men tað verður kannað.

Ein annar persónur er eisini skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar – tað, sum fyrr æt brot á politiviðtøkurnar. Hann varð tikin við á politistøðini at sova rúsin av sær, og er hann leyslatin í morgun.

Í gjár og í nátt hava eisini verið nakrar ósemjur, har fólk hava roynt at sleppa inn á eitt skeinkistað uttan at vísa koronupass, sum landsstýrið setti í gildi í gjár, og sum hevur verið galdandi á skeinkistøðunum í høvuðsstaðnum í eina viku.

Tá hevur løgreglan roynt at tosa við tey um støðuna, tí tað eru skeinkistøðini, ið gera av, hvør sleppur inn, og hetta fær løgreglan einki gjørt við, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder