Innanlands

Løgreglan havt úr at gera í nátt

Løgreglan kannar eitt mál um hóttanir, ein persónur varð tikin við rúsevnum, og ein er handtikin fyri harðskap

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-09 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan havt úr at gera.

Løgreglan kannar eitt mál, har ein maður skal hava hótt ein annan, og í sambandi við hetta málið varð ein eisini tikin við rúsevnum uppiá sær.

Eisini er ein persónur handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál.

Umframt hetta varð ein persónur eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp. Eingin skaði stóðst tó av hesum.

Hetta hendi alt í høvuðsstaðarøkinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Nógvur vindur hevur eisini verið í morgun, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini fingið fráboðanir um stormskaðar ymsastaðni í landinum, men talan er tó ikki um nakað álvarsamt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder