Innanlands

Løgreglan heldur útlendingi aftur

Hevði ikki pappírini í lagið tá hann kom við Norrønu í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-01-07 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Norrøna kom á Havnina í morgun var løgreglan, sum vanligt, til staðar fyri at gera markaeftirlit.

Har var eitt av ferðafólkunum afturhildið fyri ikki at hava neyðugu pappírini uppi á sær.

Talan er um ein mann úr Algeria, seinast í 30’unum. Maðurin varð tikin á løgreglustøðina fyri at fáa greiði á, hvørji ørindi hansara eru.

Vaktleiðarin hevði ikki fingið endaligt yvirlit yvir málið, tá hann tosaði við fjølmiðlarnar í morgun, men talan er vistnokk um, at hann ikki hevði neyðugt uppihaldsloyvi at vera í Føroyum.

Tá greiði er komin á hvørji ørindi hansara eru í Føroyum, verður støða tikin til hvat skal henda við honum, verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder