
Løgreglan ávarar nú ímóti følskum teldupostum.
Nakrir borgarar í Føroyum hava fingið ein teldupost við stevning, sum letst vera frá National enhed for Særlig Kriminalitet, men talan er um svik, sigur løgreglan í fráboðan á Facebook.
– Fært tú henda teldupostin, skal tú strika hann og endiliga ikki svara honum, eru ráðini frá løgregluni, sum sigur, at tey høvdu ongantíð vent sær til borgarar á henda hátt.
Hesin telduposturin er ikki frá løgregluni (Mynd: Føroya Politi/Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald