- Kære venner fra Færøerne.
Soleiðis byra eini boð, sum nógv hava fingið við SMS-boðum í dag. Tað vísir á, at tað ber til hjá ávísum persónum at søkja um fleiri pengar - hetta orsakað av nýggjum politikki og til at fáa stuðul til gerandisvørur.
Talan er um eitt phishing álop. Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, ið hava fingið slík boð. Tað varð skjótt staðfest, at talan er um teldusníkar.
Tað umráðandi her er ikki at trýsta á leinkjuna, sum vísir til skat.lol.dk. og heldur ikki víðari harfrá. Tað kann geva trupulleikar.
Soleiðis sær tilgjørda síðan hjá teldusníkunum út (Mynd: Føroya Politi)
Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur við Portalin, at tað ikki ber til at finna fram til sníkarnar. Boðini eru "krypteraði".
Tað er meira og meira vanligt, at slík boð koma.
------------------------------
Føroya Politi skrivar soleiðis:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald