Innanlands

Løgreglan fingið fleiri fráboðanir um vindskaðar

Tað liggur millum 15 og 20 síðani seinnapartin í gjár, men talan er um lutfalsliga lítlar skaðar, greiðir vaktleiðarin frá. Bíðað verður eftir tí ringasta

Náttin hevur verið rímiliga friðarlig á løgreglustøðini. Síðani í gjár eru nakrar fráboðanir komnar um vindskaðar - so sum at onkur klædningur er farin nakað (Mynd: Sverri Egholm)

Náttin hevur verið rímiliga friðarlig á løgreglustøðini. Síðani í gjár eru nakrar fráboðanir komnar um vindskaðar - so sum at onkur klædningur er farin nakað (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-31 07:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Her er einki á rapportini útyvir vindin.

Hetta byrjaði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn telefonsamrøðuna við í morgun. Tað hevur verið tosað nógv um og ávarað um nógva vindin, og løgreglan hevur merkt nakað til tað seinasta samdøgrið - tó ikki heilt so nógv. 

Tað byrjaði spakuliga seinnapartin. Tað var klokkan 13.45 í gjár, at fráboðan kom um, at vindskeiðir byrjaðu at ríva seg leysar í Leirvík.

Næstu átta tímarnar vóru samanlagt tólv fráboðanir ymsastaðni úr landinum. Vaktleiðarin greiðir frá, at talan als ikki var um stórskaðar, tó at onkur klædningur fór.

Í nátt hevur verið mestsum friður. Nakrar fráboðanir úr høvuðsstaðnum komu tó tíðliga í morgun. Millum annað hevði ein bátur slitið seg leysan í Álakeri.

Harvið hevur vindurin ikki gjørt so stórar skaðar enn. Á løgreglustøðuni er man tó til reiðar:

- Nú bíða vit og eru til reiðar. Vindferðin hevur verið heilt høg nógvastaðni, men tað sær út sum tað ringasta er á veg.

Sí veðrið her

Lagt verður afturat, at tað framvegis er rímiliga væl koyrandi millum bygdir, tó at nógv vatn er á vegnum ymsastaðni, og at neyðugt er at vera varin, hvat vindinum viðvíkur.

Sí koyrilíkindi HER
Til ber at fylgja støðuni, hvat veðrinum viðvíkur, á okkara beinleiðis bloggi HER.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder