Uttanlands

Løgreglan gjørt ymisk ferðsluátøk

Ein bilførari varð tikin fyri at tosa í telefon, tá løgreglan var úti í Eysturoynni í gjárkvøldið. Ymsar kanningar eru gjørdar í Klaksvík, í Eysturoynni og í høvuðsstaðnum seinasta samdøgrið

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2022-10-19 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miðsøkin ferðsluátøk vórðu gjørd í Klaksvík og í Eysturoynni í gjárkvøldið, har millum annað ferð varð kannað.

Í Klaksvík varð tó serliga hugt eftir nummarplátum. Løgreglan kannaði nógvar bilar, og hjá teimum allarflestu var alt, sum tað skuldi verða.

Soleiðis var eisini, tá skúlapatruljur vórðu í Klaksvík og í høvuðsstaðnum í morgun.

Á rapportini stendur tó, at ein bilførari er tikin seinasta samdøgrið fyri at koyra við (handhildnari) fartelefon. Hetta var í Eysturoynni, og hetta gevur bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder