Innanlands

Løgreglan: Hevur sum heild verið friðarligt

Men eitt harðskapsmál varð meldað til løgregluna, og nakrir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning í nátt

(Savnsmynd: Jens kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens kr. Vang)

2022-05-08 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið eru fleiri stór tiltøk kring landið, eitt nú Bátafestivalur á Toftum og Dansibandsfestivalur í Vági, men kortini hevur seinasta samdøgrið sum heild verið friðarligt, sigur løgreglan.

Í nátt varð eitt harðskapsmál tó meldað til løgregluna.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað snýr seg um tveir-tríggjar mans, sum komu til ilnar á einum skeinkistaði í Havn, men sum skilst hevur eingin fingið álvarsligan skaða.

Umframt hetta hevur løgreglan eisini tikið nakrar bilførarar fyri rúsdrekkakoyring ymsastaðni í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder