
Nógv fólk hava leitað sær til Klaksvíkar á Summar Festival hetta vikuskiftið, og vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at har hava verið støður, har tey hava verið noydd at skilt fólk sundur, men talan hevur ikki verið um nakað álvarsamt.
Løgreglan kannar tó eitt møguligt harðskapsmál. Ein persónur hevur verið á skaðastovuni til kanningar, og fer løgreglan at avhoyra fólk seinni fyri at fáa greiðu á, hvat er hent.
Ein persónur fekk eisini bót í nátt fyri at nokta at upplýsa navn og føðingardag fyri løgregluni.
Annars hevur sum heild verið friðarligt, verður sagt av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald