Innanlands

Løgreglan hevur venjingar í dag

Løgreglan hevur venjingar í Havn í dag, og restina av vikuni verða eisini venjingar ymsastaðni í meginøkinum

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2022-03-07 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um tú sært vápnað løgreglufólk í Havn í dag, er bert talan um eina venjing.

Í dag fer løgreglan nevniliga at hava venjingar ymsastaðni í høvuðsstaðnum fram til klokkan 18, sigur løgreglan í stuttari fráboðan á Facebook.

Eisini verður sagt, at venjingar fara at vera ymsastaðni í meginøkinum restina av vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder