Innanlands

Løgreglan í Danmark vrakar X

- Løgreglan kann ikki vera vís í, hvussu sosiali miðilin fer at mennast í framtíðini, sigur samskipsovastin hjá ríkisløgregluni. Farið verður frá honum seinni í ár, og ein nýggjur pallur skal gerast

Júst í Danmark hava nógvar atfinningar verið mótvegis Elon Musk

Júst í Danmark hava nógvar atfinningar verið mótvegis Elon Musk

2025-02-19 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elon Musk er ikki ein serliga vælumtókur maður allastaðni, og tað at hann eigur sosiala miðilin X - fyrr Twitter - hevur avgjørt sína ávirkan á, hvussu fólk og stovnar síggja uppá miðilin.

Júst í Danmark hava nógvar atfinningar verið mótvegis Elon Musk, hansara meiningar og ávirkan, á almennum pallum, og skjótt fer løgreglan í øllum Danmark at gevast við at nýta X.

Hetta váttar René Gyldensten, samskiftisleiðarin hjá ríkisløgreluni (Rigspolitiet), fyri TV2.

 - Øll løgreglan í Danmark arbeiðir við at fara frá X. Løgreglan skal vera vís í, at tað er tann sami sosiali miðilin um eitt hálvt ár, og tað eru vit bara ikki.

Heldur verður arbeitt við einum palli, sum minnir um X: Har man kann samskifta við miðlar og borgarar. 

Í Føroyum hevur løgreglan ikki nýtt X. Heldur verður Facebook nýtt til ymisk boð til fjøldina, umframt at fleiri ting fara á heimasíðuna umframt til "siðbundnu miðlarnar".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder