2019-10-01 19:51
Ein 31 áragamal fransmaður er saknaður.
Politiið hevur fingið fráboðan um, at familjan hjá 31 ára gamla fransmanninum Bastien Porée ikki hevur hoyrt frá honum síðani februar 2019.
Tað seinasta fólk vita um Bastien er, at hann er farin umborð á Norrønu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya.
Løgreglan lýsir mannin soleiðis:
• Maður Bastien Porée
• 31 ár
• 182 cm høgur
• spinkul
• blá eygu
• Piercing í høku og høgra oyra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald