2022-01-02 09:42
Grønlendska løgreglan kannar í løtuni eitt møguligt dráp í eysturgrønlendsku bygdini Sermiligaaq.
Tað er ein 42 ára gamal maður, sum er deyður, og løgreglan hevur í hesum sambandi handtikið ein 18 ára gamlan mann, sum er í familju við deyða mannin, upplýsir løgreglan í Grønlandi sambært Ritzau.
Tað var tíðliga leygarmorgunin, at løgreglan fekk eina fráboðan um eitt møguligt dráp í bygdini. Løgreglan er ikki komin við fleiri upplýsingum um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald