Innanlands

Løgreglan í hagan eftir dronuførara

Sea Shepherd slapp eftir øllum at døma ikki at gera dronuupptøkur av grindadrápinum í Skálafirði

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2021-08-10 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein dronuførari hjá Sea Shepherd, sum hevði leitað sær niðan í hagan at gera dronupptøkur av grindini í Skálafirði, fekk løgregluna aftaná sær.

Tað vísa myndir, sum vit hava fingið sendandi.

Á løgreglustøðini vita tey einki at siga um hendingina í løtuni, men sum vit skilja, so hevði onkur sæð hendan dronuføraran, sum sat undir Valaknúkum, og gav løgregluni boð.

[object Object](Mynd: Pól Sundskarð)

Hetta vóru eini 150 metrar niðan frá landsvegnum millum bygdina Skálafjørð og undir Gøtueiði.

Okkurt bendir á, at tað eydnaðist løgregluni at steðga dronuføraranum. Á Facebooksíðuni hjá Sea Shepherd eru dronuupptøkur at síggja meðan grindin verður rikin inn eftir fjørðinum, men einki av sjálvum drápinum. Ikki enn í øllum førum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder