2019-08-07 09:22
Stutt eftir klokkan 22 í gjárkvøldið fekk løgreglan í Keypmannahavn eina fráboðan um, at ein spreinging hevði verið í bygninginum hjá Skattastýrinum.
Tvey fólk vóru inni í bygninginum, men tey fingu ongan skaða. Tað gjørdi bygningurin sjálvur; klædningurin ið partvís er av glasi.
Løgrelan er uppsett uppá at finna, hvør hevur staðið aftanfyri hetta; hon sigur, at har er eingin ivi um, at onkur hevur gjørt hetta við vilja, og at talan er um eina ógvusliga gerð.
Heitt verður á møgulig vitni um at traðka fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald