Tilsamans 30 persónar hava annaðhvørt latið lív ella fingið skaða undir skottilburðinum í Field's í Keypmannahavn í gjár.
Tríggir persónar – ein 47 ára gamal maður við russiskum ríkisborgaraskapi, ein 17 ára gamal danskur drongur og ein 17 ára gomul donsk genta – lótu lív.
Løgreglan upplýsti í morgun, at fýra aðrir persónar vórðu raktir av skotum og vórðu álvarsliga særdir. Talan er um tveir danskar ríkisborgarar – eina 40 ára gamla kvinnu, og eina 19 ára gamla kvinnu – og tveir svenskar ríkisborgarar – ein 50 ára gamlan mann og eina 16 ára gamla gentu.
Løgreglan upplýsir nú fyrrapartin, sambært donskum miðlum, at tríggir av teimum, sum vórðu særdir av skotum og vórðu koyrdir á sjúkrahús í gjár, eru uttanfyri lívsvanda. Hjá tí fjórða er støðan framvegis hættislig.
Upplýst verður eisini, at tríggir persónar fingu viðgerð fyri møgulig strokskot á staðnum, áðrenn teir fóru heim, meðan 20 onnur fingu smærri skaðar, tá tey rýmdu úr Field's.
Løgreglan sigur, at har kunnu koma fleiri fráboðanir um skaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald