Uttanlands

Løgreglan í Noregi: Fólk misnýta ukrainsk flóttafólk

Løgreglan í Noregi hevur fingið nógvar fráboðanir um fólk, sum misnýta sárbær flóttafólk úr Ukraina, og løgreglan kannar eisini tvey mál um menniskjasmugling

Ukrainsk flóttafólk í Przemysl í Póllandi (Mynd: EPA)

Ukrainsk flóttafólk í Przemysl í Póllandi (Mynd: EPA)

2022-04-18 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri løgregludømi í Noregi uppliva í løtuni eitt vaksandi tal av fráboðanum um fólk, sum royna at misnýta sárbær ukrainsk flóttafólk.

– Vit fáa nógvar fráboðanir – bæði við greiðum og eitt sindur meira ógreiðum upplýsingum, sum vátta tað, sum er hent, sigur Harald Nilssen úr løgregludøminum í Oslo í samrøðu við norska TV2, sum Ritzau endurgevur.

Harald Nilssen upplýsir, at løgreglan í Oslo millum annað arbeiðir við at kanna og fyribyrgja kynsliga misnýtslu av Ukrainskum flóttum.

Løgregludømið í Landsynningsnoregi kannar í løtuni tvey mál móti einum ukrainskum netverki, sum fæst við menniskjasmugling.

– Tey eru so stór og vælskipað, at tað næstan ikki hjálpir at handtaka nakrar einstaklingar, tí so seta nerverkini bara nýggj fólk til hasar uppgávurnar, sigur Tove Møller, sum arbeiðir við málinum í løgregludøminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder