Innanlands

Løgreglan: Ikki loyvt at ganga á ísinum

Tað kann vera freistandi hjá fólki at fara sær ein túr eftir ísinum, men hetta er ikki loyvt

Vatnið í Vági (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Vatnið í Vági (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2021-02-11 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kalt er í veðrinum, tjarnir og vøtn eru fryst, og kann tað tí vera freistandi hjá fólki at fara sær ein túr eftir ísinum.

Seinastu tíðina hava fleiri kommunur tó ávarað móti hesum, av tí at ísurin ikki hevur verið nóg tjúkkur, og varð tað tí ikki mett nóg trygt. Nú minnir eisini løgreglan á, at tað ikki er loyvt.

Løgreglan vísir í einum boðum á Facebook til grein 14 stk. 1 í kunngerð um skilhaldsreglur, ið gevur løgregluni heimild at banna ferðslu á ísinum.

Løgreglan leggur afturat, at ísurin skal vera í minsta lagi 13 cm tjúkkur, áðrenn tað verður mett ráðiligt at ganga á frystum tjarnum og vøtnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder