Innanlands

Løgreglan kannar harðskapsmál

Tveir mans fóru til hendurs í Norðurstreymoy í nátt, men enn veit løgreglan ikki rættiliga, hvat tað er, sum er farið fram

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-12-08 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast veðrið í gjárkvøldið og í nátt ikki hevur verið av tí allarbesta, hevur nakað av fólki verið í býnum kortini.

Les eisini: Veðrið elvt til fleiri trupulleikar um vikuskiftið

Løgreglan upplýsir, at tey í hesum sambandi hava verið noydd at senda sjúkrabil eftir fólki, sum eru dottin og hava fingið skaða.

Eisini kannar løgreglan í løtuni eitt harðskapsmál.

Talan er um tveir mans, sum fóru til hendurs í Norðurstreymoy í nátt.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at annar av teimum hevur fingið ein lítlan skaða, og at rúsdrekki allarhelst hevur spælt ein leiklut.

Enn veit løgreglan tó ikki rættiliga, hvat tað er, sum er farið fram, men fara tey at avhoyra fólk í dag fyri at fáa greiðu á hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder