Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og tað hevur eisini givið løgregluni nakað av arbeiði. Einki mál varð skrásett, men har hava verið støður, har løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan arbeiðir í løtuni eisini við einum harðskapsmáli, sum varð meldað í gjárkvøldið.
Løgreglan kann ikki upplýsa nógv um málið, men innleiðandi avhoyringar eru gjørdar, og tær vórðu gjørdar á fremmandamáli.
Vitni verða avhoyrd í dag, og síðani fer løgreglan at tosa við órættaða aftur og tann, sum framdi harðskapin.
Greitt er, at órættaði hevur fingið onkrar skaðar, men hvørjir skaðar talan er um, veit vaktleiðarin ikki at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald